Er sex gott fyri teg? 4 orsøkir tí, at sex er gott fyri teg

Er sex gott fyri teg? 4 orsøkir tí, at sex er gott fyri teg

Kanska tú onkuntíð hevur hugsað tankan: Er tað yvirhøvur gott fyri meg at hava sex? Tað stutta svarið er: ja! Tað eru nógvar orsøkir, til at sex gott fyri heilsuna, bæði kropsliga og sálarliga.
Her kanst tú lesa meira um hvørjir fyrimunir eru við at hava sex og hvat seksuel-heilsa merkir.

Hví er sex gott fyri heilsuna?

Tað eru fleiri tilgongdir, bæði í heilanum og í kroppinum, ið fara í gongd tá ein hevur sex. Eitt sunt og nøktandi sexlív spælur ein avgerandi lut í tínari lívgóðsku og heilsu sum heild. Hetta kennir tú bæði í meðan, aftaná og í millum, at tú hevur sex.

Hvat til tað siga, at hava eitt gott sexlív?
Sex og heilsa eru tætt bundin at hvørjum øðrum, men har eru tó eingin beinleiðis leiðbeining til eitt sunt sexlív. Tað er serstakt hvat ein hevur hug til, tørvar og heldur er nøktandi og kennist væl - ein góð seksuel heilsa kann tí ikki mátast í hvussu ofta ein hevur sex, fær orgasmur ella tílíkt. Í botn og grund handlar tað um, um tú ert nøgd/ur, finnur virði í tínum seksuellu upplivingum og kennir teg fría/n til at liva tín seksualitet til fulnar. Og, hetta er eisini ein kerlig áminning um, at sex ikki bert merkir penetrativt sex. Fyrimunirnir við sex innibera øll sløg av sex, sum geva tær nøktan. Tað er jú eisini spennandi at kanna títt njótilsi í gjøgnum fleiri sløg av sex - t.d. oralsex, fleygan og fingran.

Rørsla
Tað er kanska eyðsæð, men hóast hetta, so eru tað nógv, ið gloyma at hugsa um sex sum rørsla! At hava sex er at røra seg við øllum teimum somu fyrimununum, sum onnur sløg, av rørslu. Tað er gott fyri hjartað, heilan og tú brennir eisini kaloriur.

4 orsøkir til, at sex er gott fyri heilsuna

Sex er gott fyri kropp, sál og sinn - her eru nakrar serliga góðar orsøkir til at hava sex.

1. Eydnukensla, minni stress og pínulinnan.

Tá ið tú hevur sex, útloysir heilin ein kokkteyl av hormonum og signalevnum, sum ávirka teg beinleiðis. Heilin útloysir m.a.:

  • Dopamin, ið hongur saman við "løningar"-partin av heilanum og gevur okkum eina kenslu av sjálsvirði, eydnu og nøktsemi - ikki bert í meðan leikur stendur á, men eisini aftaná. Samstundis, so hevur dopamin ein stóran leiklut í fleiri av teimum avgerðandi funktiónunum hjá heilanum, herav minni, motivatión og rørsla. 
  • Endorfinir, ið eru pínulinnandi, skapa kenslu av eydnu og minka um strongd.

Hetta er galdandi bæði tá tú hevur sex við teg sjálva/n og tá tá tú hevur sex við tín partnara. Um tú hevur ssex við teg sjálva/n kanst tú royna at gera hetta til eitt so gott upplivilsi sum gjørligt, við at kanna hvussu tú økir um njótilsi við at stimbra fleiri økir í senn. Royn t.d. sexleikur, sum Bia (insert link), ið hevur fleiri funkur, ið kunnu nýtast í senn.

 

2. Sex styrkir sambondini

Sex við einum partnari kann hava ein avgerðandi lut fyri sambandið og intimitetin. Tá vit hava sex skapa vit nærveru, álit og eymleika, ið styrkir intimitetin í millum okkum.

Tá vit hava sex hjálpir heilin okkum, at styrkja sambandið til hvønn annan - Heilin útloysir nevnliga oxytocin, eisini kallað "kærleikshormonið", tá vit hava sex við okkara partnara. Vanliga útloysir heilin eisini oxytocin tá vit vera nortin, mussast, klemmast ella vera forelskaði - ikki bert undir samlegu.
Oxytocin skapar eydnu og vælveru, og hevur ein avgerðandi lut í okkara førleika til at knýta bond við onnur, skapa álit og motivatión til nerta onnur/vera nortin.

Við at hava sex við ein annan persón, kunnu tit altso styrkja samband munandi, ikki bert kynsliga men eisini sum heild.
Ps. Minst til, at "samband" merki ikki bert romantisk sambond. Sambond kunnu eisini styrkjast í millum teg og ein seksuellan partnara (t.d. ein "bollivinur"), ið kann skapa betri seksuellar upplivingar tykkara millum.

 

3. Betri svøvnur

Kennir tú til, at tú (ella tín partnari) sovna beint eftir sex?
Útyvir, at hetta krevur rørslu, sum kann gera okkum móð, so eru eisini ein onnur góð orsøk.

Um tú fært eina orgasmu undir sex, so útloysir heilin eitt evni, ið eitur prolaktin - eitt hormon, ið ger okkum rólig og lin. Samansetingin av hesum og hini evnini, ið verða útloyst undir sex, sum øll gera okkum rólig og avstrongd, geva okkum so góð útlit til ein góðan náttarsvøvn!

Tá vit hava sex, nýta vit orku, blíva spent og vera "øst upp" - og eftir sex koma vit so niður á jørðina aftur. Hetta ógvusliga "upp og niður" í okkara tilveru gevur okkum eyka melatonin í kroppin - og melatonin riggar eisini, sum eitt náttúrligt svøvnmiðal.
Fyri at taka saman um - Góða nátt!

 

4. Sjálvskærleiki

Sex - óansæð um tú gert tað við teg sjálva/n ella saman við einum partnara - er gott og týdningarmikið fyri hvussu tú hevur tað, við teg sjálva/n.
Tá ið tú hevur sex (t.d. við tær sjálvum), so sleppur tú út úr høvdinum og niður í kroppin, tú kennir teg sjálva/n og skapar nærveru við tær sjálvum. Tú lærur teg sjálva/n, títt njótilsi og tín kropp betri at kenna. Hevur tú so sex saman við einum partnara, er tað styrkjandi fyri teg og títt sjálvsálit, at kunna deila alt hetta við partnaran.

 

Sex er sunt,stuttligt og heilt náttúrligt - og á tremur við góðum fyrimunum. Tú kanst royna teg fram við tí, sum seksuelt riggar best fyri teg. Og hvør veit, kanska tú finnur okkurt heilt nýtt og spennandi!

Aftur til bloggin