Á ein hátt er onki serliga serstakt við okkum og hesum handlinum. Vit eru bara nøkur vinfólk, ið høvdu práta um, at ein tílíkur handil manglaði í Føroyum og tann ágóðan, tað kundi haft fyri tað kanska íso stirvnu áskoðanina, ið er um sex og sexleikur í Føroyum.
Prátið var stuttligt og hugvekjandi og vit vóru øll skjótt samd um virðið í einum slíkum handli. Tað var greitt beinanvegin, at vit ikki ynsktu, at tað bara skuldi vera eitt slag av amboðshandli.
Vit ynsktu at hava eina meiri holistiska tilgongd, ið legði dent á at hava fagurfrøðiligar vørur, skilagóða handfaring av vørunum og vegleiðing í at finna júst tað leiku, ið hóskar seg til endamálið, ið kundin ynskir.
Vit vóru skjótt samd um, at vit fegin vildu samstarva við donsku handilsketuna Peech. Tey framleiga sínar egnu vørur við 100% húðvinarligum silikonu og nógvum umhugsni um góðsku og vælveru í nýtslu.
So á ein hátt eru vit bara nøkur vinfólk, ið hugsaði “hví ikki?” og lótu ein handil upp. Á ein annan hátt eru vit nøkur vinfólk, ið ynskja at bróta stigma um sex og sexleikur í Føroyum og ynskja at stuðla fólki í at hava meiri stuttleika, antin saman við øðrum ella bara sjálvi.