Leiku Party

Kundi tú hugsa tær eitt øðrvísi kvøld við læring, stuttleika og eitt sindur av avstigmatisering? 

Freya Leikur bjóðar nú introkvøld til sexleikur í stíl við tað víðagitna Reyða Kufferti. Hettar riggar væl at hava í samband við t.d. eitt polterabend ella bindiklubba.

Tað gongur fyri seg í hugnaligu hølinum hjá okkum  í C. Pløyensgøtu 4 í Tórshavn. Eitt starvsfólk fer at greiða frá vørunum vit hava og um sexleikur sum heild. 

Vit bjóða: 

Introkvøld til sexleikur: 1000 krónur (45-60 minuttir)

Introkvøld til sexleikur + sexy spurnarkapping við einum vinningi: 1500 krónur (60 – 90 minuttir)

Um tú ynskir tiltakið heim til tín, ber hettar eisini til. Vit koma við okkara úrvalið av vørum heim til tín, og her kostar tað 2000 krónur fyri introkvøld og 2500 krónur fyri introkvøld við sexy spurnarkapping. 

Tað verður biðið um eitt depositum á 500 krónur, tá tiltakið er endaliga bóka. Um tit ynskja at avlýsa av einari og hvørjari orsøk, ber hetta til at gera 24 tímar áðrenn avtalaðu tíðina og fáa alt depositum aftur. Verður avlýst aftaná tað, fellur depositum burtur. 

Vit stremba okkum eftir at vera so fleksibul við dato og tíðspunkt, men tað tó altíð treytað av, at eitt starvsfólk er tøkt.

Vegna avmarka pláss í hølinum er eitt hámark á 15 fólk í senn.

Vil tú vita meiri ella bóka eitt Leiku Party, so skriva okkum ein teldupost á freya@freyaleikur.fo og vit svara skjótast gjørligt.

Vit ynskja at tílík tiltøk eru ein positivt uppliving fyri allar partar, og tí taka vit læring og vegleiðing seriøst, tó uttan at forsøma skemt og gaman. Tí ynskja vit eisini, at tit vísa vanligan sømiligan atburð yvir fyri okkara starvsfólki. Um starvsfólkið metur, at luttakarar fara um mørk og vísa ósømiligan atburð, og tað ikki verður broytt eftir áheitan frá starvsfólki, verður tiltakið avlýst.