G-punktið/sonan

Hendan greinin er skrivað av Jo Glud Hjerrild/@jo.hjerrild, ið er lækni, vegleiðari í kynslívi og queer aktivist - Eisini hevur hon verið við til at stovna Normkritiske Læger.
Vit hava umsett greinina, til okkara besta førleika, men tú kanst lesa upprunagreinina her: https://peech.dk/blogs/fakta-og-myter/g-punktet-zonen

Bermuda trýkanturin á kroppinum

G-punktið, ella Gräfenberg-punktið, er uppkallað eftir týska gynekologinum Ernst Gräfenberg, ið menti spiralin, ið verður nýttur sum fyribyrging og lýsti eina erogena sonu inni í fremra vegginum á skeiðuna í 1950.

Hóast, at G-punktið bleiv lýst so mikið langt síðani, so verður vaginala G-punktið enn sæð sum eitt sindur av einum Bermuda Trýkanti. Tað eru nógv, ið kunnu lýsa og fortelja um teirra upplivingum við g-punktinum, men granskarar hava enn ikki kunna prógva, at økið er til.

Tað eru nógvir granskingar, har fólk við skeiðu hava greitt frá, at har er eitt ávíst, serliga viðkvæmt økið inni í skeiðina, ið tey nevna G-punktið. Tað hevur tó ikki verið gjørligt hjá granskarum at finna eitt ávíst likamligt øki ella bygna, ið skal eitast at vera G-punktið. Tað hevur eiheldur verið gjørligt at greiða frá eyka viðkvæminum í økinum, tí tað finst ikki eyka mongdir av nervaendum har, ið mun til aðra staðni í skeiðuna.

Men, hóast hetta ikki er vísindaliga prógvað, merkir tað ikki, at vit ikki kunnu tosa um tað - og kanska hevur okkara núverandi áskoðan og gransking av G-punktinum verið heilt skeiv.

 

Hvar finnur ein G-punktið/sonuna?

G-punktið er eitt økið, ið liggur 2-5cm inni í skeiðuna, úteftir í móti búkinum. Altso, í fremra vegginum í skeiðuna, um ein tosar meira læknaliga.

Summi lýsa økið sum ein hál púta, onnur hava eitt "tjúkri" meiri rillut økið, og fyri nógv kenst økið líka sum restina av skeiðuveggunum.

 

CUV, tað "nýggja" G-punktið

Áður hava vit havt eina rættiliga uppdeilta fatan av teimum erogenu sonunum og orgasmum. Til dømis, at eitt er ein klitoris-orgmasma, eitt er ein skeiðu-orgasma og eitt annað ein G-punkts-orgasma, o.s.fr. Hóast, ein kann fáa orgasmur við at strimbra ymisk økir, so hevur tað, ið verður stimbra, meiri samaband við hvørt annað, enn fyrr varð hildið.

Nýggjar vísindaligar greinar greiða frá um clitourethrovaginala komplexið - deiliga lætt orð. Teoriin handan CUV greiðir frá, at klitoris, urinrørið og skeiðin eru 3 viðkvæmir bygnaðir, útgjørdir við somu nerv (nervus pudendus) og at seksuelt njótilsi og hugsandi orgasman, kunnu fremjast við at stimbra hesi økir úr ymsum vinklum og samstundis.

Um vit hyggja eftir myndini av allari klitoris, alt urinrøri, blørðuna, skeiðuna og lívmóðrina, so síggja vit hvussu tætt tann innari parturin av klitoris, urinrørið og skeiðan hanga saman. Alt liggur upp eftir hvøjrum øðrum og knappliga er púra greitt hví ein kann raka og stimbra øll hesi økir, tá ein trýstur fram 2-5cm upp í skeiðuna, og á hendan hátt geva eyka nógv njótilsi.

So, heldur enn at leita eftir einum lítlum, neyvum, rundum punktið inni í skeiðuna, so er tað heldur tað, at ein stimbrar fleiri økir í senn í gjøgnum skeiðuveggin, ið gevur hetta G-punkts-njótilsi.

 

Stimbran av tí vaginala G-punktinum

Ein góður máti at stimbra G-punktið/økið/CUV kann vera við at gera ein "húk" við 1, 2, 3 fingrum inni í skeiðuna og so gera eina "kom-her"-rørslu upp í móti tí viðkvæma økinum. Tað finst sexleikur, ið eru sniðgivnar til at stimbra júst hetta økið og ein kann eisini raka hetta økið við penis, um ein finnur røttu støðurnar ella um ein er so mikið heldigur, at ein hevur ein penis, ið bugar uppeftir.

Her eru leikur, ið stimbra G-punktið (insert link)


Squirting

Hjá summum er gjørligt at fáa eina "sproytu-orgasmu" tá tey verða stimbraði í G-punktinum. Summi lýsa hetta sum ein meiri "trýstandi"-orgasma enn ein orgasma, ið kemur av stimbran av klitoris.

Tú kanst lesa meira um squirting og sproytuorgasmur, skrivað av Normkritiske Læger, her (Insert kink https://www.dropbox.com/scl/fi/g1hmyaeljhzlp7d7k6w2l/Screenshot-2025-03-27-13.44.22.png?rlkey=tzc31ud82hpz7cjk3781u9mlp&dl=0)

 

Tað anala P-punktið

Tað anala G-punktið verður ofta kallað P-punktið, tí tað liggur um prostata, ið eisini verður kallaður Bløðruhálskertilin. Prostata situr beint undir bløðruna og runt um urinrørið hjá fólki, ið eru fødd við penis, og hetta punktið kann stimbrast gjøgnum endatarmin. Prostata kann kennast sum ein "valnøt" umleið 6cm uppi í endatarminum og inn í móti bløðruna/fram í móti búkinum. Summi meina, at hetta økið kenst sum ein fyrvaldur - tvær bleytar pútur við eini strong í miðjuna.

Prostata framleiðir ein løg, ið kemur út við sáðnum og er "mateskjan" hjá sáðnum. P-punktið verður lýst, eins og G-punktið í skeiðuna, sum eitt eyka viðkvæmt økið, ið fremur orgasmu tá tað verður stimbrað rætt. P-punktið er útgjørt við somu nerv, sum tað vaginala G-punktið/CUV, nevnliga Nervus Pudendus.

 

Stimbran av tí anala G-punktinum

At stimbra tað anala G-punktið riggar eitt sindur á sama hátt, sum tað vaginala G-punktið/CUV. Ein kann boyggja fingrarnar í ein "krók" og gera eina "kom-her" rørslu, tað finst eisini bugaðar, vibrerandi sexleikur, og summi kunnu kenna stimbran har tá tey hava penetratiónssex og hava funnið rætti vinkulin.

Og minnist til glíðikrem, tá endatarmurin ikki framleiðir somu veskur, sum skeiðin.

 

Hvat er Normkritiske Læger?

Normkritiske Læger (@normkritiskelaeger) er eitt felag av læknum og onnur heilsurøktarlig, ið arbeði í móti mismuni innan heilsu og ynskja nul tolsemi fyri sexismu, rasismu, homofobi, transfobi, fitafobi og ableismu inann heilsuverkið.

Tú kanst eisini lesa aðrar greinar frá Normkritiske Læger um Søgnin um moydómin - við eini læknaligari frásjón (insert link) ella Søgnin um moydómin - við eini queer frásjón (insert link)

Aftur til bloggin