Hvat er seskuelt aftercare?

Hóast summi eru væl vand við og duga væl at tosa um hvussu sex skal byrjast og hvussu sjálv gerðin skal fara fram, so verður tað ikki tosað nóg nógv um hvat hendir aftaná. Aftercare er eitt hugtak, ið fevnir um hvussu man vísir umsorgan fyri hvørjum øðrum eftir sex.

Hví aftercare?

Nógv kenna helst til, at man ballar seg væl, heldur um hvønn annan og kanska tosa um alt í millum himmal og jørð. Men tað kann være eitt gott hugskot at lofta hvørjum øðrum:
Tá ein hevur sex - og serliga aftaná - kann ein uppliva, at kroppurin er opin fyri kenslum av øllum slag. Summi kenna seg full í orku og á toppinum, í meðan onnur kenna seg døpur, orkuleys, illa fyri ella sárbar. Har er eingin beinleiðis leiðbeining til hvussu aftercare skal síggja út. Hvat einum tørvar skiftir frá persón til persón - tú kanst byrja við at spyrja tín partnara hvussu tey hava tað og um tað er nakað, ið tey hava hug til ella hava tørv á.

Sex í sær sjálvum er sera intimt, og tann intimiteturin kann, við fyrimunum, leingjast, um ein eisini velur at síggja løtuna eftir sex, sum ein faktiskur partur av sex. Aftercare gevur møguleikan fyri at føla eftir og at javnføra seg sjálva/n og hvønn annan. Hetta styrkir eisini álitið og bandið í millum teg og tín partnara.
Endamálið við aftercare er stutt sagt at tryggja, at øll kenna seg trygg.
Afturat hesum, so ger aftercare eisini, at sex ikki bert er við eittans endamál, men at blívur ein tilgongd og eitt upplivilsi í sær sjálvum.

 

Hvussu sær aftercare út?

Aftercare hevur bæði ein kroppsligan og ein sálarligan part. Tann kroppsligi parturin kann vera at geva hvørjum øðrum okkurt at drekka og kanska eisini okkurt at eta. Tað kann vera at nerta við hvønn anna: at halda um hvønn annan, at klemmast og mussast -  ella umvent, at tað ikki er tørvur á at blíva nortin. Kroppsligt aftercare kann eisini vera sovorið sum at minna hvønn annan á at fara at pissa aftaná sex, og at man kanska fer í bað saman.

Tann sálarligi og kensluligi parturin av aftercare inniber at tit tosa saman. Tað kann vera, at tit tosa um ta seksuellu upplivingina tit júst hava havt. Her kunnu tit t.d. spyrja hvussu partnarin hevur tað, um tað vóru ávísar løtur í meðan har tað kendist eyka væl ella minni væl, um tað var óvæntað, okkurt var serliga frekt ella gott. Verið forvitin um hvønn annan og tykkara upplivilsi. Um tit fingu eina orgasmu kann tað vera spennandi at spyrja, um partnarin kann lýsa hvussu tað kendist.

Aftercare noyðist ikki at vera ein beinleiðis gerð sum so - tað snýr seg mest av øllum um, at finna útav hvussu tú og tit saman kunnu hava tað best eftir sex. Hetta kann jú eisini vera sovorið sum at lurta eftir tónleiki, at hyggja eftir einum filmi ella bara njóta friðin saman. Spyrjið hvønn annan hvussu tit á bestan hátt kunnu hjálpa hvørjum øðrum at kenna tykkum væl.

Seksuelt aftercare er aloftast sett í samband við seksuellar upplivingar, har ein kannar síni mørk - hetta kann t.d. vera í samband við BDSM. (insert link)
Serliga í hesum førunum er tað týdningarmikið, at hugsavna seg um sín partnara og at samskifta um hvussu ein hevur tað. Tað sama er galdandi um ein hevur sex við einum ella fleiri partnarum, ið áður hava havt seksuellar upplivingar, ið eru farin útum teirra mørk.

Tað kann eisin ivera ein fyrimunur at nýta aftercare í øll sløg av sex - bæði við sær sjálvum ella saman við hvørjum øðrum. Tað kann vera gott, at vera góð við seg sjálva/n eftir onani, við at gera ting, ið fær teg at kenna teg væl og gera teg glaða/n.

Aftur til bloggin