Hvussu gevur tú einum fingurin? 9 ráð til at geva fólki við vulvu njótilsi

At fingra einum við vulvu kann vera sera lekkurt og frekt fyri viðkomandi, ið tekur í móti, og fyri viðkomandi, ið gevur. Her eru 9 ráð til hvussu tú best gevur fingurin.

 

1. Fyrireika teg - vaska hendur og klipp negl

Ein vagina hevur sítt heilt egna bakteriuumhvørvi. Um ov nógvar fremmandar bakteriur koma inn, kann hetta skapa ójavnvág í umhvørvinum - hetta kann elva til sopp í skeiðina. Tí er tað týdningarmikið at vaska hendurnar og at klippa neglirnar áðrenn, soleiðis at tú minkar um líkindini fyri, at tú av óvart skurslar tín partnari ella gevur teimum bruna.

 

2. Samskifta - spyr hvat tín partnari dámar

Tað er altíð eitt gott hugskot, at spyrja tín partnara, hvat teimum dáma og hvar mørkini ganga, áðrenn tit fara í gongd. Lurta eftir teimum, og spyr partnaran hvussu teimum dáma at blíva nortin. Um tað er trupult hjá teimum at seta orð á hetta, so kanst tú skjóta upp, at tey kunnu vísa tær hvar og hvussu í staðin.

 

3. Nýt glíðikrem - hálir fingrar økja um njótilsi

Um tín partnari hevur eina vulvu, har tey allarhelst uppliva, at teirra undirlív kann blíva vátt við "náttúrligum glíðikremi" tá tey blíva øst. Hóast hetta, kanst tú gera tað uppaftur betri fyri tín partnara við at nýta glíðikrem tá tú fingrar. Koyrir tú glíðikrem á vulvuna og inn í vaginuna, minkar glíðikremið um gnígging, ið síðani minkar um húðirritatión. Glíðkrem ger hetta eisini til eitt betri upplivilsi sum heild.
Tú kanst keypa okkara glíðikrem her

 

4. Upphiting - byrja spakuliga og øsi síðani hvønn annan upp

Tað kann kennast óbehagiligt at blíva stimbrað/ur bæði uttan á vulvuna og innan í vaginuna, um ein ikki er tendrað/ur frammanundan. Hesi økini hava nógvar nervaendar og eru sera, sera viðkvom -  um tað skal kennast væl, er tað týdningarmikið at byrja spakuliga og at hita tín partnara upp. Háttir at tendra tín partnara kann vera við at mussa ymsa staðni á kroppinum, at stimbra aðrar erogenar sonur (insert link), "dry humping" (insert link), "dirty talk" (insert link), at nýta sexleikur, ið ikki fara uppí, at geva massasju ella oralsex (insert link).
Sum eitt útgangstøði, er tað ein góður tummulfingraregla at byrja uttan á og arbeiða seg inn - byrja við at nerta eitt fitt petti frá vulvuna og flyt síðani hendurnar longur inn. Tú kanst eisini fara á eina kanningarferð við leikum, ið ikki skulu upp í, sum t.d. ein klitorisvibrator.

 

5. Uppbygg øsingina - stimbra klitoris óbeinleiðis

Byrja við at stimbra klitoris óbeinleiðis. Hetta kanst tú gera við at koyra tveir í millum tær innaru og uttaru kynsvarrarnar (báðu meðin klitoris) og førka fingrarnir upp og niður við longum, seinum strokum. Eftir eina løtu kanst tú síðani flyta fingrarnir upp til klitorishøvdið: halt peikifingur og longutong salmaðar og flatar, og førka teir antin runt ella aftur og fram. Summi dáma, at blíva stimbraði beinleiðis á klitorishøvdið meðan onnur halda, at hetta er ov intenst. Byrja tú spakuliga við óbeinleiðis stimbran av klitoris, og samskift leypandi við tín partnara um hvat tað er, ið riggar.

 

6. Kynstrið at geva fingurin - mýk g-punktið

G-sonan, eisini kent sum G-punktið, er eitt økið, ið liggur nakrir cm uppi í skeiðuna, og liggur umleið undir klitoris. Hetta økið hovnar tá viðkomandi verður øst/ur og kann tað kennast sera væl, at fáa stimbran har. Tryggja tær, at tín partnari er tendrað áðrenn tú byrjar at fara uppí skeiðuna við fingrunum - byrja fegin við at stimbra klitoris fyrst.
Tá tú skal koyra fingrarnir upp í, er tað altíð eitt got thugskot at nýta glíðikrem (ella slev). Vend lógvanum uppeftir í móti búkinum og nýt tveir fingrar til at spakuliga fara uml 5cm inn í skeiðuna. Boygg fingrarnir eitt sindur, og ger eina "kom-her-rørslu".Við fingrasnippunum kanst tú føla g-punktið - Tað kenst eitt sindur óslætt, eitt sindur sum yvirsíðuna á einari tungu. Tá tú hevur funnið eina rútmu og ein vinkul, ið kenst væl fyri tín partnara, kanst tú leggja afturat við at stimbra klitoris við hinari hondini, tunguna ella sexleikur - t.d. er ein vibrator frálíkur til hetta endamálið. Her rigga Penny og Amber sera væl.

 

7. Víðka um fingranina - ikki gloyma millumkjøtið og anus

Um bæði tú og tín partnari hava hug til tað, so kunnu títt víðka fingranina við at stimbra millumkjøtið og anus samstundis. Byrja við at koyra glíðikrem á millumkjøtið (økið millum anus og vulva) og mýk økið.
Førka fingrarnar longur oman, og stimbra anus við at flyta fingrarnar runt í ring. Um tit hava hug, kanst tú nú koyra meira glíðikrem á og spakuliga koyra ein fingur ella tveir upp í anus á partnaranum - Tað kann eisini vera, at bara útvortis stimbran er perfekt fyri tey.

 

8. Hugsa um kadence - rútma og ferð eru týdningarmikil

Har eru nógvir mátar at broyta um hvussu ein fingrar, og har er ikki EIN máti, ið riggar fyri øll. Eitt, ið tó, so at siga, altíð er galdandi tá ein fingrar, er, at tað er týdningarmikið at hugsa um kadance. Tá tit hava funnið eina rútmu og eina ferð, ið riggar fyri tín partnara og kennist væl, so skalt tú blíva við soleiðis. Fært tú at vita, at tú skal blíva við, merkir hetta, at tú skalt ikki skrúva upp ella níður fyri hvørki rútmu, ferð ella trýsti - men heldur, at tú skalt blíva við við akkurát tí, sum tú gert júst tá!

 

9. Legg teg væl til rættis - tryggja tær, at tú orkar

At fingra ein persón við vulvu er ikki ein spurtur - tað er eitt maraton. Gev tær góða tíð og ver tolin og forvitin um kroppin hjá tínum partnara. Hetta snýr seg um, at tit bæði skulu hava tað gott og ikki um at jagstra ein orgasmu. Av tí, at rútma og ferð er týdningarmiklir partar tá tað kemur til at fingra, er tað til tín fyrimun at leggja teg soleiðis, at tú orkar at blíva við. Tú kanst liggja í millum beini ella við liðina á tínum partnarar og gera "kom-her-rørsluna" við fingrunnum.
Um tú upplivir, at ein ávís støða ella vinkul troyttar undirarmin ov skjótt, kanst tú heldur royna at standa ella sita við síðuna av tínum partnara.
Her fært tú betri brúkt fingrarnar heldur enn økslina til at gera tær flótandi rørslurnar og hildið tann rætti vinkulin. Á hendan hátt, kanst tú geva útvortis stimbran og samstundis geva eitt gott innvortis trýst upp í móti g-punktinum. Hina hondina kanst tú nýta til at kína onnur økir - summi halda eisini, at tað kenst væl at blíva trýst lættliga niður á búkin ella bringuna.

Aftur til bloggin