Kanna tínar erogenu sonur
Share
At kenna sínar erogenu sonur kann bæði gera teg klókari um tín egna kropp og samstundis gera sex stuttligari. Fyrimunurin er, at ein kann hugsavna seg um stórri partar av kroppinum enn bert kynsgøgnini. Harafturat kann tað, at ein granskar sín egna kropp, geva eitt betri sexlív - hetta kann eisini gera tað lættari at seta orð á hvar og hvussu tú dámar at blíva nortin og ger tað eisini lættari at samskifta hetta til tínar partnarar.
Hvat eru erogenar sonur?
Erogenar sonur kunnu sota ymsa staðni á kroppinum. Hetta er ymiskt frá persóni til persón. Sum heild er kroppurin ein stór erogen sona. Júst hvar á tínum kroppi, har tað kenst eyka væl at blíva nortin, kanst tú sjálv/ur kanna. Hjá summum er hetta ein kitlandi kensla í økinum - hjá øðrum kann stimbran av hesum økjum geva teimum hugarkenslur, greði, njótilsi ella føra til orgasmu.
Økini runt um kynsgøgnini eru serliga sensitiv, tí har eru so nógvir nervaendar. Anus, vulvan (serliga kynsvarrar og klitoris), skeiðin, penis, eistini og millumkjøtið eru allar erogenar sonur, har flest fólk njóta at blíva nortin. Har eru tó eisini onnur støð, ið eisini geva njótilsi tá tey vera nortin.
Onnur økir á kroppinum, ið tú kanst kanna, eru serliga støð, har húðin er tunn. Tað kann vera varrarnir, oyruni, hálsurin og nakkin, bróstini, innara síðan á lørunum, skøvningarnir ella tærnar.
Royn teg
Tú kanst royna at kanna tær erogenu sonurnar á tær sjálvum við fingrunum, neglunum, brúsuhøvdinum ella við sexleikum. Tú kanst royna ymisk trýst og rútmur fyri at finna út av um tað er nakar ávísur máti ella ferð, ið serliga øsir teg. Ein vibrator, sum td. Penny (Penny G-punktsvibrator), er frálíkur til endamálið. Tað kann eisini kennast gott, at kanna tær erogenu sonurnar við onkrum øðrum enn hondunum, soleiðis at tað kennist sum, at tað er okkurt annað, enn tú sjálv/ur, ið nertir við teg; Eins og ein ikki kann kitla seg sjálvan, er tað er heldur vist, at ein kann finna ella ávirkar tær erogenu sonurnar sjálv/ur.
Um tú fært hug at kanna tær erogenu sonurnar inni í kroppinum, kanst tú, annað enn at nýta fingrarnar, nýta ein dildo ella eitt buttplug. Hevur tú eina skeiðu og hevur hug at kanna júst hvar ið tað kenst best, at blíva nortin innan, kanst tú nýta ein dildo, ið bugar. Ein glasdilda, sum Amber (Amber Glasdilda), riggar sera væl til hetta endamálið, av tí at glasið ikki gevur seg. Hetta ger Amber heilt perfektan til at raka og mýkja neyv økir. Fert tú síðani at kanna endatarmin, er tað týdningarmikið at nýta eina dildu ella eitt buttplug, við ánæmi, so eingin vandi er fyri, at tað hvørvur upp í teg.
Kanna okkara úrval av sexleikum frá Peech, og finn júst tað, ið riggar fyri teg.
Royn teg saman við tínum partnara
Tað kann vera gagnligt at kanna sínar erogenu sonur saman við sínum partnara. Útyvir fingar, negl og sexleikur, kann partnarin eisini nýta tunguna, varrarnar ella tennirnar til at fara á eina kanningarferð, Um tú og tín partnari kanna tykkara erogenu sonur saman, kann tað vera eitt gott hugskot at semjast um, at orgasmur og sex, við penetratión, ikki eru ein partur av kanningarferðini. Á hendan hátt kunnu tit hugsavna tykkum um tilgongdina, ið snýr seg um at kanna og lærar tykkum sjálvi og tykkara kroppar betri at kenna.
Um tú velur at granska kroppin sjálv/ur ella saman við tínum partnara, er tað eitt got thugskot, at hetta gongur fyri seg í einum róligum umhvørvi og at ver tolin. Soleiðis kanst tú á bestan hátt kenna teg sjálva/n og tín kropp.