Leiku Party ♡
Kundi tú hugsa tær eitt øðrvísi kvøld við læring, stuttleika og eitt sindur av avstigmatisering?
Freya Leikur bjóðar nú introkvøld til sexleikur í stíl við tað víðagitna Reyða Kuffertið. Vælegnað í samband við t.d. eitt polterabend ella bindiklubba.
Tað gongur fyri seg í hugnaligu hølinum hjá okkum í C. Pløyensgøtu 4 í Tórshavn, har eitt starvsfólk fer at greiða frá vørunum vit hava og um sexleikur sum heild.
Vit bjóða:
- Introkvøld til sexleikur: 1000,- (45-60 min.)
- Introkvøld til sexleikur + sexy spurnakapping (v/ 1 vinningi): 1500,- (60 – 90 min.)
Um tú ynskir tiltakið heim til tín, ber hetta eisini til. Vit koma fegin við okkara úrvali av vørum heim til tín ella har, ið tiltakið verður hildið ♡
- Heimakvøld v/ intro til sexleikur: 2000,- (45-60 min.)
- Heimakvøld v/ intro til sexleikur + sexy spurnakapping (v/ 1 vinningi): 2500,- (60-90 min.)
Vit stremba okkum eftir at so vera lagalig, sum gjørligt, við nær og hvar, soleiðis at tað liggur best fyri hjá tykkum, men er hetta tó altíð treytað av, at eitt starvsfólk er tøkt til ta tíðina og staðsetingina.
Fyri at fullfíggja bókingina, skal eitt depositum á 500,- gjaldast.
Um ynskt verður at avlýsa av einari og hvørjari orsøk, er hetta gjørligt upp til 24 tímar áðrenn avtalaðu tíðina, og depositum verður endurgoldið. Verður avlýst innan 24 tímar av avtalaðu tíðina, fellur depositum burtur.
Vegna avmarkað pláss í hølinum er eitt hámark sett á 15 fólk í senn.
Vil tú vita meira ella vilt tú bóka eitt Leiku Party?
Tøppa allar upplýsingar (nær, hvar, o.s.fr.) inn niðanfyri her ella send okkum ein teldupost beinleiðis á freya@freyaleikur.fo.
Vit svara skjótast gjørligt ♡
Bóka Leiku Party ♡
Vit ynskja, at okkara tiltøk verða ein positiv uppliving fyri allar partar.
Tí taka vit læring og vegleiðing í álvara, tó uttan at forsøma skemt og gaman.
Tí ynskja vit eisini, at vanligur, sømiligur atburður verður vístur yvir fyri okkara starvsfólki.
Um starvsfólkið metur, at luttakarar fara út um mørk og bera seg ósømiliga at, og hetta ikki verður rættað eftir áheitan frá starvsfólkinum, verður tiltakið avlýst.